Brexit nærkast bretum

Brexit nærkast bretum
Mikudagin í næstu viku, 29. mars, fer bretski forsætisráðharrin, Theresa May, at seta grein 50 í Lissabon-sáttmálanum í verk
Theresa May, bretski forsætisráðharrin, fer í næstu viku at seta grein 50 í Lissabon-sáttmálanum í verk. Tá byrjar tilgongdin hjá bretum at fara úr ES
 
20.03.2017 - 15:53

Tá byrjar tilgongdin hjá bretum at fara úr ES. Tey boðini hevur forsetin í ES, Donald Tusk, fyrrapartin fingið frá bretska ES-sendiharranum. Tað var í fjørsummar at ein meiriluti av bretska fólkinum atkvøddi fyri at Bretland skal fara úr ES.

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni var óvæntað, og táverandi bretski forsætisráðharrin valdi at leggja frá sær, tí hann hevði heitt á fólkið um at atkvøða fyri at Bretland varð verandi í ES.

Theresa May, sum tók við sum forsætisráðharri í fjørheyst, boðaði alt fyri eitt frá, at hon fór undir samráðingar við ES um framtíðina.

Eftir at hon hevur sett grein 50 í Lissabon-sáttmálanum í verk, hava partarnir tvey ár til at samráðast um eina loysn, og hvussu framtíðar viðurskiftini verða ímillum Bretland og restina av ES.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Radio SALT - 030626
209266
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155