ES-lond herða reglurnar

ES-lond herða reglurnar
Týskland og Eysturríki arbeiða við at herða reglurnar fyri fremmandafólk í landinum. Tað er brot á mannarættindi, siga tey, ið finnast at ætlanini
Í Týsklandi er stríð um tilflytrarar og flóttafólk. Ein avtala, sum Angela Merkel í fjør gjørdi við Javnaðarflokkin, fer úr gildi í vár
 
24.03.2017 - 10:44

Bæði Týskland og Eysturríki arbeiða við at herða reglurnar fyri fremmandafólk í landinum, bæði fyri flóttafólk, migrantar og eisini fyri fólk sum koma úr øðrum ES-londum.

Eysturríkski uttanríkisráðharrin, Sebastian Kurz, sigur, at stjórnin umhugsar at avmarka talið av fólkum úr ES-londunum, tí tey leggja ovurhonds stórt trýst á sosialu skipanina í Eysturríki.

Umhugsað verður, at fólk ikki skulu fáa nakra almannahjálp tey fyrstu fimm árini tey eru í landinum. Og fólk skulu heldur ikki fáa arbeiðsloysisstuðul fyrstu fimm árini.

Í stríð við ES-aðalmál

- Frælsið til at leita sær arbeiði allastaðni, má ikki býtast um at finna sær atgongd til bestu almannaskipaninar, sigur Sebastian Kurz, uttanríkisráðharri í Eysturríki.

Fleiri siga eysturríksku avgerðina vera í stríð við aðalmálið hjá ES, sum er, at eins løn fyri sama arbeiðið í øllum londunum, og somu atgongd til bæði arbeiðsloysisstuðul og almannaskipanir í øllum londunum. Tí er lagt upp til stríð ímillum sjónarmiðini hjá ymsu londunum.

Í Týsklandi er eisini stríð um tilflytrarar og flóttafólk. Ein avtala sum Angela Merkel í fjør gjørdi við Javnaðarflokkin, fer úr gildi í vár, og tí mælir samveldiskanslarin til, at fólk ikki kunnu flyta til Týsklands til sonevnda familjusamanføring, fyrr enn minst tvey ár eru farin.

Brot á mannarættindi

Týski Javnaðarflokkurin vil hava galdandi, at flóttafólk, sum eru flýdd av krígsávum, skulu hava lættari við at fáa næstringar til Týsklands, meðan konservativi vongurin vil hava avtaluna frá í fjør longda í minst tvey ár.

Tað kann hava við sær, at foreldur noyðast at bíða eftir børnunum í minst tvey ár, og tað er brot á bæði grundlógina og mannarættindini, siga tey sum finnast at ætlanini.

137.000 sýrisk flóttafólk hava fingið fyribils uppihaldsloyvi í Týsklandi síðani í 2015, vísir ein uppgerð. Tað leggur stórt trýst á kommunurnar í landinum, sum mæla til strangari reglur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 1. juni
Við Tórði á túri í Edinburgh
209154
Mánadag 1. juni
Poppverturin 1
208461
Mánadag 1. juni
Morgunlestur mánadagur 1.juni 2026
208839
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044