Atkvøða um nýggja heilsuskipan

Atkvøða um nýggja heilsuskipan
Umboðsmannatingið fer í dag at atkvøða um eitt lógaruppskot, ið skal koma í staðin fyri Obamacare, sum Barack Obama setti í verk
Umboðsmannatingið í USA fer í dag at atkvøða um eitt lógaruppskot, sum skal koma í staðin fyri heilsunýskipanina, sum fyrrverandi forsetin, Barack Obama, setti í verk
 
04.05.2017 - 11:18

Umboðsmannatingið í USA fer í dag at atkvøða um eitt lógaruppskot, sum skal koma í staðin fyri heilsunýskipanina, sum fyrrverandi forsetin, Barack Obama, setti í verk.

Undir valstríðnum upp undir forsetavalið í heyst, segði Donald Trump, at eitt tað fyrsta, hann ætlaði at gera í Hvítu húsunum, var at taka Obamacare, sum skipanin verður nevnd, av.

Republikanararnir hava meirilutan í umboðsmannatinginum, og republikanski leiðarin, Kevin McCarrthy, væntar, at uppskotið verður samtykt.

Lógaruppskot mátti takast aftur

Allir republikanarar taka kortini ikki undir við at ógilda alla heilsuskipanina, sum Obama setti í verk. Í mars varð neyðugt at taka eitt lógaruppskot aftur, tí meiriluti fekst ikki fyri tí í kongressini.

Síðani eru fleiri broytingar gjørdar, so eisini tey, sum vilja varðveita ein part av Omaba-care, kunnu taka undir við tí. Reuters skrivar, at talan er um eina neyðsemju.

Verður uppskotið samtykt í umboðsmannatinginum í dag, fer málið víðari til senatið, men tað er ikki vist, at tað verður samtykt har, hóast republikanararnir eisini hava meirilutan í senatinum.

Republikanski leiðarin i senatinum, Mitch McConnell, hevur sagt fleiri ferðir, at tað kann verða trupult at fáa nóg mikið av atkvøðum fyri at broyta lógina um heilsunýskipan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 31. mai
Bolero
209059
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni í Havn
209051
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 31. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
209050
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf gentur 17-18
209045
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 6 mannafør kvinnur
209044
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mf dreingir 17-18
209043
Leygardag 30. mai
Norðoyastevna 2026: 5 mannafør kvinnur
209039