Eftirlýsa vitni til harðskapsmál

Eftirlýsa vitni til harðskapsmál
Løgreglan vil nú hoyra frá fólki, sum vita okkurt um eina hending, tá ein maður í Havn varð álopin fríggjakvøldið
 
10.05.2017 - 11:48

Løgreglan vil nú frætta frá fólki, sum hava sæð, hoyrt ella vita okkurt, ið kann hava samband við eitt álvarsligt harðsskapsmál í Havn síðsta vikuskifti.

Tað var stutt eftir midnátt fríggjakvøldið, at ein maður varð álopin á horninum Íslandsvegur/Landavegur, í brekkuni oman fyri Vesturkirkjuna í Havn.

Tveir menn eru varðhaldsfongslaðir í fýra vikur í málinum, men enn er nakað eftir á mál hjá løgregluni. Tí verður nú sóknast eftir vitnum til hendingina.

Løgreglan hevur funnið øksina, sum varð brúkt til álopið, men løgreglan vil fegin frætta frá vitnum, ið kunnu hjálpa løgregluni at uppklára harðskapsmálið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717