Danskur flokkur: Tey ríku skulu gjalda vælferðina

Danskur flokkur: Tey ríku skulu gjalda vælferðina
Ein flokkur í Danmark vil økja toppskattin og ognarskattin. Flokkurin vil brúka 10 milliardir krónur upp á tey alment settu
 
12.05.2017 - 15:31

Danski flokkurin, Enhedslisten, skjýtur upp, at tað almenna setur 27.000 fólk í størv tey næstu fýra árini. Tað ger flokkurin á landsfundinum, sum er í dag.

Tað er mett at kosta danska statinum 10 milliardir krónur. Peningin ætlar flokkurin at fáa inn við at økja um toppskattin og við at seta í verk ognarskatt aftur.

- Vit skjóta upp at taka peningin frá teimum vælbjargaðu. Tað eru tey, sum hava fingið mest tey síðstu árini, sigur Pernille Skipper, framsøgnarkvinna hjá flokkinum.

Markið fyri toppskattin lækkast

Enhedslisten gongur sostatt eina heilt aðra leið enn flokkarnir í stjórnini, sum í heyst væntandi fara at royna at lækka markið fyri, nær fólk skulu gjalda toppskatt.

Í løtuni er markið fyri, nær fólk í Danmark skulu gjalda toppskatt, sett til 479.000 krónur um árið. Tað svarar til eina mánaðarløn uppá 39.900 krónur.

Tær 10 milliardirnar kundu millum annað verið brúktar uppá minni fólkaskúlaflokkar og betri arbeiðsumstøður til fólk, sum starvast innan sjúkrahúsverkið í Danmark, sigur flokkurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454