Stríð um dupultsessir hjá politikarum

Stríð um dupultsessir hjá politikarum
Politikarar í Grønlandi, sum bæði sita í Landstinginum og í borgarstjórasessum, eru komnir í andglettin
Kjak um politikarar, sum bæði røkja størv í landspolitikki og í kommunustýrum, hevur nú eisini tikið seg upp í Grønlandi
 
12.05.2017 - 16:01

Kjak um politikarar, sum bæði røkja størv í landspolitikki og í kommunustýrum, hevur nú eisini tikið seg upp í Grønlandi, skrivar grønlendska blaðið, Sermitsiaq, á netinum.

Ein av royndastu politikarunum hjá Demokratunum, Poul Hansen, tekur seg nú úr politikki, tí nógvir politikarar í Grønlandi røkja sessir í bæði Landstinginum og í kommunustýrum.

Veljararnir kendu fortreytirnar

Poul Hansen tekur seg úr flokkinum tí tríggir av fýra av teimum valdu hjá flokkinum í Landstinginum annaðhvørt eisini røkja eitt borgarstjórastarv í Grønlandi ella sita í Fólkatinginum.

Forkvinnan hjá Demokratunum, Randi Vestergaard Evaldsen, er ikki samd í sjónarmiðinum hjá roynda politikaranum, sum nú hevur tikið seg úr flokkinum.

- Veljararnir vistu longu, tá teir fóru á kommunuval, at vit eisini sita í Landstinginum. Vit halda ikki, dupultsessir er ein trupulleiki, um fólk klára tað, sigur forkvinnan hjá Demokratunum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454