Samd um nýggja oljuavtalu

Samd um nýggja oljuavtalu
Saudiarabia og Russland eru komin ásamt um at leingja avtaluna um at avmarka oljuframleiðsluna til seinast í mars næsta ár
Galdandi avtalan millum OPEC, og onnur stór oljulond, sum ikki eru limir í OPEC, fer úr gildi í summar
 
16.05.2017 - 17:42

Tað upplýsa oljumálaráðharrarnir í báðum londum sambært Reuters. Galdandi avtalan millum OPEC, og onnur stór oljulond, sum ikki eru limir í OPEC, fer úr gildi í summar.

Endamálið við at avmarka framleiðsluna er at tryggja støðugar ella hægri oljuprísir. Saudiarabiski oljumálaráðharrin og russiski starvsbróður hansara siga í eini felags yvirlýsing, at teir mæla eisini hinum oljulondunum til at leingja avtaluna. 

Í desember komu OPEC-londini og tey 11 londini, sum ikki eru limir í OPEC, ið er felagsskapurin hjá londunum, ið framleiða olju, ásamt um, at skerja oljuframleiðsluna í ár 1,8 milliónir tunnur um dagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558