Kongur avdúkar: Eg havi flogið ferðafólk í 21 ár

Kongur avdúkar: Eg havi flogið ferðafólk í 21 ár
Niðurlendski kongurin, Willem-Alexander, hevur regluliga flogið ferðafólk runt í heiminum í nógv ár uttan at fólk vistu av tí
Willem-Alexander, kongur í Niðurlondum (t.h.), hevur arbeitt loyniliga sum flogskipari hjá niðurlendska flogfelagnum, KLM, síðstu 21 árini uttan at fólk hava vitað av tí
Mynd: KLM - Royal Dutch Airlines á Twitter  
 
18.05.2017 - 14:14

Tað er ikki heilt uttan orsøk, at ein kongakrúna er í búmerkinum hjá niðurlendska flogfelagnum, KLM - Royal Dutch Airlines.

Men at tað hevur verið ein rættur kongur, sum hevur stitið við róðrið í flogførunum hjá flogfeløgunum í fleiri ár, hava ferðafólkini tó ikki vita nakað um.

Nú er komið fram, at niðurlendski kongurin loyniliga hevur verið flogskipari hjá KLM tey síðstu 21 árini. Tað skrivar niðurlendska blaðið, De Telegraaf.

Greinin heldur fram niðanfyri

Flúgvingin hevur verið eitt kærkomið ítriv, sum konginum hevur dámt væl, skrivar blaðið. 50 ára gamli kongurin hevur síðstu árini flogið umleið tveir túrar um mánaðin.

Orsøkin til, at ferðafólk ikki hava varnast, at kongurin hevur sitið í stýrihúsinum síðstu nógvu árini, er, at hurðarnar inn í stýrihúsini vórðu stongdar eftir álopini 11. september 2001.

Niðurlendski kongurin steðgar nú fyribils sum flogskipari hjá flogfelagnum, KLM. Tað hendir tí niðurlendska flogfelagið gevst at brúka flogførini, kongurin er útbúgvin at flúgva.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Hósdag 6. august
RagnarRokk 6.august 2026
209832
Hósdag 6. august
RagnarRokk: A.A.Williams um Solstice
209828
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558