Børn, ung og foreldur: Tey deyðu eyðmerkt

Børn, ung og foreldur: Tey deyðu eyðmerkt
Øll 22 fólkini, sum doyðu í yvirgangsatsóknini í Manchester Arena í fyrrakvøldið, eru nú eyðmerkt, upplýsir løgreglan í Manchester
Løgreglufólk leggja blómur til minnis um tey, sum doyðu í yvirgangsatsóknini í Manchester Arena mánakvøldið. Øll tey deyðu eru nú eyðmerkt
Mynd: AP  
 
24.05.2017 - 15:40

Tey avvarðandi eru kunnað, og rættarmedisinsku kanningarnar fara at taka nakrar dagar, tí so nógv eru deyð. Síðani verða nøvn sett á, sigur løgreglan.

Bretskir miðlar hava longu almannakunngjørt nøvnini á tíggju av teimum, sum lótu lív í yvirgangsatsóknini. Tann yngsti er ein átta ára gomul genta.

SÍ EISINI Støðan »álvarslig« hjá 20 fólkum

119 fólk vórðu særd í atsóknini mánakvøldið, og hava fingið viðgerð á sjúkrahúsum í Manchester. 64 fólk eru framvegis á sjúkrahúsi.

Løgreglan hevur kunngjørt, at 22 ára gamli Ramadan Abedi framdi sjálvmorðsatsóknina, og sprongdi seg sjálvan i luftina.

Í gjár varð ein 23 ára gamal maður tikin, og í dag eru trý fólk tikin aftrat. Fleiri húsarannsóknir eru gjørdar, og yvirgangsfelasskapurin Islamskur Statur hevur átikið sær skyldina av atsóknini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Kim og Føroya Symfoniorkestur 2026
206634