Óvissa um orsøkina

Óvissa um orsøkina
Til ber ikki at siga nágreiniliga, hví eldur kom í Varðan Pelagic, er niðurstøðan hjá løgregluni
Tað er ikki gjørligt at siga neyvt, hví eldur kom í uppsjóvarvirkið, Varðan Pelagic á Tvøroyri, fríggjadagin 9. juni í ár
 
19.06.2017 - 15:02

Tað er ikki gjørligt at siga neyvt, hví eldur kom í uppsjóvarvirkið, Varðan Pelagic á Tvøroyri, fríggjadagin 9. juni í ár. Tað er niðurstøðan av kanningum hjá løgregluni.

- Øll tann elektriska skipanin er so illa farin, at tað ikki hevur verið gjørligt at finna nakrað brek við skipanini. Tað er ikki gjørligt at siga nágreiniliga, hvør orsøkin til eldin hevur verið, sigur løgreglan.

Elektriska skipanin illa farin

Niðurstøðan kemur í kjalarvørrinum á kanningararbeiðnbum hjá føroysku løgregluni, sum fekk hjálp úr Danmark til at finna fram til orsøkina til eldsbrunan í Varðanum Pelagic.

- Løgreglan er komin til, at eldurin er byrjaður í økinum, sum varð brúkt til pakking. Sveisiarbeiði við CO2 var á staðnum, men alt bendir á, at sveisiarbeiðið er gjørt fult forsvarligt og eftir galdandi forskriftum, sigur løgreglan.

Øll tann elektriska skipanin er so illa farin, at tað ikki hevur verið møguligt at finna nakað brek við skipanini. Politiið metir tí, at tað ikki er møguligt at siga nágreiniliga, hvør orsøkin til eldin hevur verið, sigur løgreglan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541