Kundar hjá BankNordik hava goldið tvær ferðir

Kundar hjá BankNordik hava goldið tvær ferðir
1751 viðskiftafólk hjá BankNordik í Danmark vóru helst illa við, tá tey hugdu á netbankan um vikuskiftið.
 
21.08.2017 - 15:25

Kundarnir høvdu goldið tvær ferðir fyri okkurt av tí, teir høvdu keypt við gjaldskortinum.

BankNordik viðurkennir, at trupulleikar hava verið við gjaldskortunum hjá kundunum í Danmark.

- Hetta er hent av misgávum, sigur Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik, sum ikki vil gera bandaða samrøðu við útvarpið.

Pengarnir eru ikki afturgoldnir

Fyrra bókingin var antin týsdagin 8. august ella mánadagin 14. august, men sama upphædd varð eisini tikin av kontuni hósdagin 17. august.

Donsku viðskiftafólkini gjørdu vart við mistakið hósdagin, men bankin hevur framvegis ikki goldið teimum pengarnar aftur.

Eisini sjálvt um bankin og dátumiðstøðin, sum varðar av skipanini, hava roynt at fingið viðurskiftini í rættlag um vikuskiftið.

Men tað verður skjótast tilber, at kundarnir fáa pengarnar aftur, sigur bankastjórin.

Skulu kenna seg trygg í Føroyum

KT-trupulleikar er orsøkin til, at pengar eru tiknir av kontuni tvær ferðir.

Árni Ellefsen vissar kortini um, at viðskiftafólkini hjá BankNordik í Føroyum skulu kenna seg trygg.

Bankin brúkar ikki somu skipan í Føroyum sum í Danmark, og tí eru tað bara kundar í Danmark, sum bankin av misgávum hevur tikið pengar frá tvær ferðir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815