- Tíðindi, mentan og ítróttur
Spyr um telefonsamrøðu
Spyr um telefonsamrøðu
Hvat tosaði løgmaður við hollendska forsætisráðharran um, fer Bill Justiniussen, tingmaður, at spyrja løgmann í løgtingum í morgin.

22.08.2017 - 07:09
Hvat tosaðu løgmaður og hollendski forsætisráðharrin Mark Rutte saman um í telefonini í seinnu helvt av juni-mánaða? Tað fer Bill Justiniussen, tingmaður fyri Miðflokkin, at spyrja løgmann, tá munnligir fyrispurningar eru fyri á løgtingi í morgin.
Eisini spyr tingmaðurin, um samgongan heldur fast um sínar ætlanir um at minka burtur útlenskan ognarskap í fiskivinnuni?
Í juni kom fram, at hollendskir og íslendskir mynduleikar høvdu vent sær til føroyskar mynduleikar, tí teir vóru ónøgdir við, at samgongan í fiskivinnuuppskotinum ætlar at minka útlendskan ognarskap í føroyski fiskivinnuni.
Løgtingsfundur er klokkan 11 í morgin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























