Eykajáttan við nógvum milliónum frá BankNordik

bannari
Eykajáttan við nógvum milliónum frá BankNordik
Uppskotið hjá landsstýrinum um eykajáttanir er komið aftur í løgtingið.
Landið, sum eigur triðingin av BankNordik, fekk 100 mió. kr. í vinningsbýti frá bankanum.
 
28.08.2017 - 07:54

Eykajáttanarlógin, sum datt burtur í farnu tingsetu, er komin aftur í tingið saman við nøkrum útreiðslum og inntøkum afturat.

Teir nógvu pengarnar frá BankNordik gera munin í uppskotinum.

Landskassin fær 100 mió. kr. í vinningsbýti frá bankanum, sum eru 93 milliónir meira enn fíggjarlógin sigur.

Milliónirnar fara í Búskapargrunnin. Hetta er størsta upphædd, sum higartil er farin í tann grunnin.

Fiskivinnugrunnurin byrjar

Biðið verður um 54 milliónir, sum skulu gjaldast eina ferð, av teimum eru 50 mió. kr. til Glasir. 

Eykajáttanarlógin hevur 13,4 mió. kr. í avlopi.

Men av tí at 93 milliónir fara í Búskapargrunnin, og biðið er um seks milliónir til nýggja Fiskivinnugrunnin, er hallið 85,6 mió. kr. 

Løgtingsfundur verður aftur 14.september.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Leygardag 25. apríl
Vikan 25. apríl 2026
207553
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533