Væl minni av makreli fiskaður í Grønlandi í ár

Væl minni av makreli fiskaður í Grønlandi í ár
Fiskiskapurin í grønlendskum sjógvi gav ikki grønlendska landskassanum ta inntøku, sum hann hevði væntað, 15 milj. kr. minni komu í landskassan
 
01.09.2017 - 16:15

Av teimum 60-túsund tonsum, sum kundu fiskast í ár, vórðu bara góð 37-túsund tons fiskað. Tað skrivar Sermitisiaq. 

23. august góvust seinastu skipini at fiska makrel millum Tasiilaq og Ísland. Tey fiskaðu tilsamans 37.227 tons av makreli, og sostatt varð ikki so nógv fiskað, sum væntað.

Grønlendsk skip fiskaðu 19.439 tons og útlendsk skip 17.788 tons.

Sostatt komu góðar 25,6 miljónir krónur í grønlendska landskassan, og ikki 40-miljónir, sum landsstýrið hevði væntað, skrivar SErmitsiaq. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098