1,7 milliónir á muni millum bygd og bý

1,7 milliónir á muni millum bygd og bý
Prísmunurin á húsum í Havn og uttanfyri Havn bara veksur og veksur. Tað stendur m.a. í heystfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum
Tú fært tvey hús á bygd fyri prísin á einum húsi í høvuðsstaðnum
 
03.09.2017 - 16:22

Búskaparráðið byggir pástandin á hagtølini, sum Betri banki hevur gjørt í áravís av sethúsamarknaðinum í Føroyum.

Sambært Búskaparáðnum vaks munurin millum húsaprísir í Tórshavn og aðrastaðni í Føroyum sera nógv í 2006 beint áðrenn stóru fíggjarkreppuna. Tá var miðalprísmunurin millum eini eini sethús í Havn og sethús uttanfyri Havnina ein millión. 
Tann prísmunurin hevur hildið sær seinastu tíggju árini fram til 2016. tá fer aftur kom á húsaprísirnar í Havn og prísmunurin fór upp á 1,5 mió. kr. 

Íbúðir ikki við

Í 1. ársfjórðingi 2017 er prísmunurin vaksin við 200.000kr. Munurin er nú farin upp á næstan 1,7 mió. kr. og tá eru íbúðarprísir ikki taldir við. Helst hevði munurin verið enn størri, um íbúðarprísir í Havn vóru tiknir við, tí sambært Búskaparáðnum er prísurin á eini íbúð vaksin meira enn sethúsaprísurin. 

Ein skjót leiting á heimasíðunum hjá stóru meklarunum, Betri heim og Skyn, vísir at 39 hús eru boðin til sølu fyri omanfyri 2,5 milliónir kr. Av teimum eru 5 at finna uttanfyri høvuðsstaðarøki.
 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523