Irma hevur kós móti Florida

Irma hevur kós móti Florida
Í løtuni er ógreitt, um ódnin kemur inn yvir land í amerikanska statinum, ella hon verður vestanfyri
Irma hevur gjørt stóran skaða á karibiskum oyggjum. Nú hevur hon kós móti Florida
 
10.09.2017 - 09:37

Tropiska ódnin Irma er nú yvir Florida-sundinum, millum Florida og Kuba.

Vindferðin er umleið 54 metrar um sekundið, og ódnin er á triðja stigi á ódnarmátaranum.

Irma hevur kós móti oyggjabólkinum Florida Keys, hagar hon kemur tíðliga seinnapartin, okkara tíð.

Ódnarstovnurin í USA sigur, at vindurin har er vaksin nógv fyrrapartin.

Ógreitt um ódnin kemur yvir land

Í kvøld og í nátt hevur Irma kós móti vesturstrondini av Florida, men enn er ógreitt, hvar ódnin kemur inn yvir land, ella um hon yvirhøvur kemur inn yvir Florida. 

Veðurmenninir siga, at í løtuni hevur kós vestan fyri amerikanska statin.

Miami Herald skrivar, at vatnflóð er í pørtum av Miami, og 200.000 fólk hava mist streymin. Fleiri milliónir fólk hava fingið boð um at flyta burtur.

Ódnin José er í løtuni yvir Atlantshavinum. Hon er á fjórða stigi á ódnarmátaranum, tað er upp í 69 metrar sum sekundið, men fer væntandi at linka nakað næsta samdøgrið, siga veðurmenninir.

José kemur neyvan inn yvir land, men verður liggjandi norðan fyri Hispaniola og eystan fyri Bahamas-oyggjarnar næsta samdøgrið.

Tekjur fuku í Kuba

Í Kuba draga tey andan lættan eftir ódnina Irmu.

Hon skrykti trø upp við rót, og tekjur fuku av gistingarhúsum.

Í høvuðsstaðnum Havanna sløktu myndugleikarnir streymin, av trygdarávum.

Umleið 10.000 fólk vórðu flutt burtur, men eingin hevur fingið álvarsaman skaða av ódnini í Kuba.

Tá ódnin var upp á tað harðasta yvir Kuba, var hon á fimta stigi á ódnarmátaranum, tað eru meira enn 69 metrar um sekundið.

So nógvur vindur hevur ikki verið í Kuba síðani 1932.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761