Norðukorea selur kol og jarn, hóast ST-tiltøk

Norðukorea selur kol og jarn, hóast ST-tiltøk
ST-serfrøðingar hava kannað, um tiltøkini verða hildin
Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un leggur líka lag í ST-tiltøk
 
10.09.2017 - 12:40

ST-serfrøðingar siga, at Norðurkorea hevur ólógliga útflutt kol, jarn og aðrir rávørur fyri meira enn 270 milliónir dollarar til eitt nú Kina, India, Malaysia og Sri Lanka seinasta hálva árið.

Hetta er brot á ST-tiltøkini, sum vórðu sett í gildi.

Tað stendur í eini frágreiðing, sum varð almannakunngjørd í gjár.

Serfrøðingarnir hava kannað, um tiltøkini verða hildin.

Teir siga eisini, at Norðurkorea heldur fram við sínum kjarnorkuvirksemi.

Átta fólk manna serfrøðingabólkin, sum eisini kannar, hvat Norðurkorea ger í Afrika og Miðeystri.

Tað, sum hevur serligan áhuga at fáa kannað, er, hvat Norðurkorea ger í Sýria. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. august
Ja ella nei til ES?
211969
Týsdag 18. august
Ung lesa 7.partur - Kroppur og Sálarlív
210836
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870