Skil uppskotið

bannari
Skil uppskotið
Fiskivinnan skal skipast á nýggjum, men hví og hvussu skal hetta gerast? Her eru seks spurningar og svar viðvíkjandi fiskivinnunýskipanini
 
20.09.2017 - 15:57

HVÍ FISKIVINNUNÝSKIPAN OG HVAT ER EITT VEIÐILOYVI? 
Fiskivinnan skal skipast av nýggjum, tí løgtingið í 2007 gjørdi av at siga upp øll veiðiloyvi. Loyvini høvdu undir verandi skipan 10 ára uppsagnarfreist, og tí ganga veiðiloyvini út við endan á 2017. 
 
Eitt veiðiloyvi er eitt varandi atgongumerki til fiskiskap. Eitt veiðiloyvi gevur møguleika at fáa fiskiloyvi eitt ávíst fiskiár við ávísum fiskifari. 
 
Veiðiloyvi er umsetiligt, sum merkir, at tað ber til hjá einum reiðaríi at keypa skip við veiðiloyvi frá øðrum reiðaríi. Eitt skip við veiðiloyvi hevur tískil nógv størri virði, enn eitt skip uttan veiðiloyvi. Loyvini vórðu uppsøgd, millum annað tí at ávís reiðarí, sum høvdu fingið veiðiloyvi ókeypis frá landinum, høvdu selt skip (við loyvi) víðari við stórum vinningi. 
 
Politisk ónøgd hevur millum annað verið við, at tað hevur verið sera torført hjá nýggjum reiðarum at koma inn í fiskivinnuna. Eisini hevur ónøgdin snúð seg um, at fiskivinnan ikki hevur verið burðardygg seinastu mongu árini. 
 
Nú fer veiðiloyvið, sum vit kenna tað, í søguna, og tí má rætturin at fiska onkursvegna skipast av nýggjum frá 1. januar í 2018.  


HVAT ER VEIÐIRÆTTINDI OG FISKILOYVI SAMBÆRT NÝGGJU SKIPANINI? 
Veiðirættindi eru í mótsetning til veiðiloyvi ikki knýtt at einum fiskifari, men eru knýtt at einum rættindahavara sum til dømis feløg, reiðarí ella virki. Fiskiloyvi er so tann rættur, sum eigari av einum fiskifari fær at veiða av ávísari nøgd á ávísum leiðum í einum fiskiári. Stutt sagt geva veiðirættindi tá rættindi at veiða, meðan fiskiloyvið verður givið, tá tú hevur keypt veiðirættindini.  


Sambært uppskotinum, sum nú fyriliggur, sleppa verandi reiðarar at varðveita tríggjar fjórðingar av rættindunum at fiska, meðan ein fjórðingur verður seldur á almennum uppboði. Tað merkir, at landið fær eina inntøku av at selja kvotur til hægstbjóðandi keypara, ið eitt nú  kann vera eitt reiðarí ella virki. Tað merkir eisini, at reiðarar, sum ikki hava verið í fiskivinnuni fyrr, bara kunnu sleppa framat tí eina fjórðinginum av kvotunum, sum verða bjóðaðar út á uppboðssølu. Uppboðssølan skal gera upp við, at Fiskimálaráðið ger av, hvør sleppur at fiska ella ikki. 


Verður uppskotið hjá samgonguni samtykt í løgtinginum, skulu nýggir reiðarar keypa veiðirættindi frá landinum. Størsti parturin av veiðirættindunum verða sum áðrenn lutað út ókeypis tó til feløg ella fólk og ikki til einstøk veiðifør eins og við núverandi skipan.


HVØR KANN FÁA ELLA KEYPA VEIÐIRÆTTINDI? 
Feløg og einstaklingar, ið hava rættindi at fiska, skulu vera búsitandi og fult skattskyldug í Føroyum. Í fiskivinnunýskipanini er eisini ásett, at útlendskur ognarskapur skal úr fiskivinnuni um seks ár, meðan íslendskur ognarskapur skal úr fiskivinnuni um sjey ár. 


Ætlanin er, at øll manning skal gjalda skatt og hava arbeiðsloyvi og uppihaldsloyvi í Føroyum. Harafturat er endámalið við fiskivinnunýskipani at hava betri eftirlit og revsireglur. Tí skulu øll feløg góðkennast frammanundan fyri at bjóða seg fram og taka lut í fiskivinnuni. 


KANN MAN SO IKKI BARA KEYPA ØLL RÆTTINDI?  
Stutta svarið er nei. Reglur um miðsavnan (anti-trust) skulu forða fyri, at einstøk reiðarí fáa ræði á so nógvum veiðirættindum, at tað gongur út yvir kappingina á marknaðinum, ella at vinnan kann ávirka politisku skipanina. Undir verandi skipan kunnu reiðarí hava ræðið á millum 20 og 35 prosentum av veiðiloyvunum, alt eftir hvør skipabólkurin er. Men veiðiloyvið fer sum skrivað í søguna. 

Nýggja uppskotið um fiskivinnunýskipan hevur lækkað um verandi prosenttøl. 17,5 % er markið fyri, hvussu stóran part av samlaðu fiskirættindunum ein rættindahavari kann hava ræðið á.  
Meðan 35 % er markið fyri, hvussu stóran part av rættindunum at fiska teir ymsu fiskiskaparnir, ein rættindahavari kann hava ræðið á.  

Undir verandi skipan verða mark sett fyri hvønn skipabólk - til dømis eru trolarar ein skipabólkur, línuskip eru ein skipabólkur og rækjuskip eru ein skipabólkur. Men frameftir verður fiskiskapurin í størri mun skipaður við kvotum. Tí verða trý mørk sett fyri tann sokallaða høvuðsfiskiskapin:  

1) Botnfiskur í føroyskum sjógvi.  
2) Uppsjóvarfiskur í Norðuratlantshavi.  
3) Botnfiskur og onnur djórasløg uttan fyri føroyskan sjógv 
 
Tað merkir sostatt, at ein rættindahavari má í mesta lagi hava ræðið á 17,5 % av teimum trimum bólkunum tilsamans, og í mesta lagi hava ræðið á 35 % av hvørjum einstakum bólki.  


MENNINGARKVOTUR – HVAT ER TAÐ?  
Í nýggjasta uppskotinum um fiskivinnunýskipan stendur, at 7% av samlaðu kvotuni kann latast sum ein menningarkvota. Hetta merkir, at kvotur kunnu latast til ein, ið eitt nú hevur eina menningarætlan, ið stuðlar undir virðisøking av sjófeingi í ávísum øki í landinum, har atgongd til sjófeingi er avmarkað, ella arbeiðsloysið er stórt, samanborið við onnur øki í landinum, ella øki við støðugt minkandi fólkatali. Tað merkir til dømis, at ein menningarkvota kann latast til vinnulig átøk ella verkætlanir, ið kunnu minka um arbeiðsloysi í einum ávísum øki við at landa fisk til eitt virki at virka og tískil skapa arbeiðspláss.  
 
 
KVOTASKIPAN VS. FISKIDAGASKIPAN? 
Føroysku skipini fingu kvotur frá 1994, men innan eitt ár var vinnan so ónøgd, at hon setti krav um, at kvotaskipanin skuldi avtakast. Undir eini kvotaskipan hevur eitt skip loyvi at fiska so og so nógv tons av einum ávísum fiskaslagi. Hetta elvir til avbjóðingar, tí tað er ikki altíð, at fiskaslagið, sum kemur undan vatnskorpuni, er júst tað, sum ein royndi eftir. Hjáveiða er ein partur av gerandisdegnum hjá fiskivinnuni, og tí kann tað tykjast stirvið at virka við kvotum, sum eru býttar sundur í fiskasløg, tá ið fiskiskapurin so ofta er blandaður. 
 
Ein skipanarnevnd mælti í februar 1996 til, at Føroyar skuldu hava eina dagaskipan. Fiskidagaskipanin hevur ikki hesar avbjóðingar. Eitt skip hevur so og so nógvar fiskidagar um árið, og eingin avmarking er á loyvda fiskiskapinum hvønn fiskidag. Stutt greitt frá, so er fiskidagaskipanin meira fleksibul hjá vinnuni at arbeiða undir, og minni roksut hjá fiskiveiðimyndugleikanum at hava eftirlit við. 
 
Sambært Fiskirannsóknarstovuni og altjóða havgranskingarstovninum ICES var veiðutrýstið alt ov stórt fyrstu árini eftir, at dagaskipanin kom í gildi. Hóast dagatalið minkaði við eini helvt fyrstu tíggju árini fiskidagaskipanin var í gildi, hevur trýstið á fiskastovnarnar, sambært fiskifrøðingum og øðrum eygleiðarum kortini verið ov høgt. Eitt annað er, at Havstovan síðan 2004 hevur mælt til stóran niðurskurð í døgunum, men at Løgtingið ongantíð hevur fylgt tilmælunum. 
 
Sambandsflokkurin og samgongan hava í sínum uppskotum lagt upp til, at kvotur skulu fáa botnfiskastovnarnar aftur á beint. Tí mælir samgongan til, at farið verður undir eina kvotuskipan, tí hetta meinar samgongan tryggjar eina burðardygga fiskivinnu.  
 
 
Nýggja uppskotið um fiskivinnunýskipan hevur við sær, at fiskidagaskipanin verður verandi í gildi til og við 1. januar 2019. Tá verður farið undir kvotuskipan fyri trolarar og línuskip, ið fiska botnfisk í føroyskum sjógvi, meðan fiskidagaskipan er fyri útróður. Skipanin skal sambært uppskotinum viðgerast og eftirmetast á hvørjum ári.

 

SÍ MEIRA UM EVNIÐ

Í seinastu sending av Radarinum verður tikið samanum uppskotið, og sjóneykan verður sett á avleiðingarnar av uppskotinum. Hoyr nýggjasta part av Radarinum HER

Les meira um evnið og skil fiskin her: www.kvf.fo/fisk 


  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. november
Jambalaja - 301124
184448
Leygardag 30. november
Upp á tá - 291124
184433
Leygardag 30. november
Upp á tá - 221124
184431
Leygardag 30. november
Vikan 30. november 2024
184427
Leygardag 30. november
Morgunlestur leygardagur 30.november 2024
184109
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. november
Kanst tú siga farvæl? (1:2) - teknmálstulkað
184426
Leygardag 30. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184422
Fríggjadag 29. november
EM-endaspælið: Føroyar - Sveis
184417
Fríggjadag 29. november
Veðrið
184408
Fríggjadag 29. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184321