MBF: 7.000 útihýst frá føroyskum sendingum í KvF

MBF: 7.000 útihýst frá føroyskum sendingum í KvF
Ongir pengar eru settir av á fíggjarlógini til at teksta føroyskar sendingar. Hetta er als ikki í lagi, sigur forkvinnan í MBF, Tóra við Keldu.
 
30.09.2017 - 09:47

Umleið 7.000 føroyingar verða útihýstir í føroyskum sendingum hjá kringvarpinum, tí ongir pengar eru settir av á fíggjarlógini at teksta føroyskar sendingar.

Hetta er als ikki í lagi, sigur forkvinnan í MBF, Tóra við Keldu.

Hon sigur, at MBF í fleiri ár hevur arbeitt við álvarsomu avbjóðingini, at einir 7.000 føroyingar, sum hava niðursetta hoyrn, verða útihýstir frá føroyskum sendingum í KvF. Støðan er tann, at hesi ikki kunnu fylgja við í sendingunum, uttan at sendingarnar verða tekstaðar til føroyskt, sigur Tóra við Keldu.

Hon sigur, at MBF seinastu tíðina fleiri ferðir hevur sett seg í samband við Mentamálaráðið og landsstýriskvinnuna um hetta mál, men til fánýtis.

-Nú vit enn einaferð síggja, at ongin upphædd er sett av á fíggjarlógini at teksta sendingar í KvF, kunnu vit ikki annað enn tulka hetta sum, at samgongan einki leggur í viðmerkingarnar frá ST nevndini í samband við hoyringina viðvíkjandi ST sáttmálanum fyri fólk, ið bera brek, sum var í september 2014.

-At 7.000 føroyingar liva í føroyska samfelagnum uttan at hava atgongd til tær fyriskipanir vit vanliga síggja sum ein sjálvfylgja er ikki í lagi, sigur MBF, sum heitir á fíggjarnevndina um at tryggja, at peningur verður oyramerktur á fíggjarlógini til at teksta sendingar í KvF.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 18. september
Vikuskiftið 18 sept 2026
213496
Fríggjadag 18. september
LEITISSTEIN 18.09.2026 (Regin Guttesen)
213490
Fríggjadag 18. september
Breddin: Sjúk mentan í løgtinginum?
213475
Fríggjadag 18. september
RagnarRokk: Stone Statues um Nothing Is Ever Over
212904
Fríggjadag 18. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Lea Eyðbjørg
213464
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303