Ferðavinnan mælir frá at broyta ferðagjaldið

Ferðavinnan mælir frá at broyta ferðagjaldið
Fleiri og fleiri ferðafólk er nóg gott inntøkugrundarlag hjá landinum, heldur Ferðavinnufelagið
Visit Faroe Islands skal hava menningardeild og tí eisini fleiri pengar.
 
20.10.2017 - 13:01

Ferðavinnan er ein útflutningsvinnan, sum kappast við ferðavinnuna í øðrum londum.

Tí noyðist hon at vera kappingarfør.

Og tí mælir hon staðiliga frá at broyta ferðagjaldið, sum landsstýrið mælir til, tí almenna partafelagið Visit Faroe Islands hevur brúk fyri pengum.

Ferðavinnufelagið heldur, at so nógv ferðafólk eru í Føroyum nú, at ikki er neyðugt at broyta ferðagjaldið..  

Ferðagjaldið

Nú ræður um hjá samgonguni at trúgva upp á ta politisku raðfesting, sum varð gjørd í 2013. 

Og tað er at hava álit á, at ferðavinnan gevur størri inntøkur, so hvørt sum ferðavinnan veksur.

Ferðagjaldið, sum nú er 65 kr., eigur heldur at minka ella verða tikið av, heldur Ferðavinnufelagið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961