Nevningating um drápsroynd í Havn

Nevningating um drápsroynd í Havn
Tveir menn eru enn varðhaldsfongslaðir fyri serliga harðliga álopið í Havn í vár. Annar er sendur á stovn í Danmark
Úr varðhaldinum í Mjørkadali. Annar maðurin, sum er skuldsettur fyri drápsroynd, kann ikki vera har, sigur mentalkanningin.
 
27.10.2017 - 12:35

Í februar næsta ár verður nevningating í Føroya rætti um hendingina 6.mai í ár, tá ein ungur maður varð álopin við millum annað øks á vegamótinum Íslandsvegur/Landavegur í Havn.

Tveir menn eru skuldsettir fyri drápsroynd.

Politiið tók menninar, sum tá vóru 21 og 23 ára gamlir, ein tíma eftir álopið. 

Teir hava verið haldsfongslaðir síðani. 

Sendur niður

Annar teirra varð sendur til Danmarkar í dag. Har skal hann vera á einari psykiatrisku deild til nevningatingið byrjar 12.februar.

Mentalkanningin sigur, at maðurin er ikki egnaður at vera í vanligum varðhaldi.

Hann kann heldur ikki vera á Psykiatriska deplinum í Havn, tí haðani kann hann rýma.

Landið hevur átikið sær at gjalda fyri tíðina, sum maðurin er á psykiatriskum stovni í Danmark.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775