Enn ein norðurkoreisk royndarskjóting

Enn ein norðurkoreisk royndarskjóting
Fleiri ríkisleiðarar hava fordømt norðurkoreisku rakettskjótingina, sum varð framd klokkan 18.17 í gjárkvøldið okkara tíð.
 
29.11.2017 - 07:12

NorðurKorea sigur við almennu norðurkoreisku tíðindastovuna, KCNA, at málið hjá landinum at gerast kjarnorku-stórveldi, er næstan nátt.

NorðurKorea skal eftir øllum at døma hava skotið eina rakett, sum kann náa USA. Rakettin er langtberandi og kann hava spreingihøvd. Rakettin eitur Hwasong 15.

Kjarnorkustórveldi

Tað var Hwasong 15, sum í gjárkvøldið okkara tíð varð skotin út frá NorðurKorea, og 50 minuttir seinni datt hon niður í Japanska havinum. - Umsíður hava vit nátt søguliga máli okkara, um at gerast kjarnorku-stórveldi, segði norðurkoreiski leiðarin, Kim Jong-un, við KCNA.

- Langtberandi rakettin, Hwasong 15, hevur sera stórt spreingihøvd, og tað kann raka alt meginlandið í USA, sigur almenna norðurkoreiska tíðindastovan.

Seks minuttir eftir, at NorðurKorea hevði skotið út rakettina, svaraði SuðurKorea aftur, og skeyt út rakettir frá eystursíðuni av SuðurKorea. Tað skrivar Ap-tíðindastovan.

ST-fundur í dag

Tríggjar tímar eftir royndarskjótingina heittu Japan, USA og SuðurKorea á ST-trygdarráðið um at hittast á fundi í dag at tosa um seinastu royndarskjótingina hjá NOrðurKorea.

ST-trygdarráðið hevur fleiri ferðir kravt, at NorðurKorea gevst við vápnaætlanum sínum, og hevur sett tiltøk í verk móti landinum, - millum annað, at NorðurKorea sleppur ikki at útflyta vørur frá klædnaídnaðinum, og avmarking er eisin sett á innflutningin av olju og brennievni.

Nato fordømur

Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, fordømur skjótingina. Hann skrivar á Twitter, at PyongYang má sleppa sínum kjarnorku- og rakettætlanum, sum eru ábyrdarleysar og hóttan móti altjóða friði og trygd. Seinast NorðurKorea skeyt rakett út var 15. september, og hana fordømdu ríkisleiðarar eisini, skrivar Ritzau.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Norðoyastevnan 90 ár
209022
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
209013
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945