Tikin og skuldsettur fyri harðskap í Vágsbotni

Tikin og skuldsettur fyri harðskap í Vágsbotni
Politiið heldur seg hava funnið mannin, sum leyp á ein annan fyri góðum tveimum vikum síðani
Politiið hevur skuldsett ein mann fyri harðskapin í Vágsbotni 25.november.
 
12.12.2017 - 13:13

Ein ungur maður er skuldsettur fyri álopið í Vágsbotni leygarnáttina 25.november. 

Maðurin er skuldsettur fyri harðskap. 

Politiið vil ikki siga, um maðurin játtar seg sekan ella noktar.   

Maðurin varð tikin í Havn í gjáramorgunin. Hann varð avhoyrdur og síðani latin leysur aftur seinnapartin.

Kanningararbeiði

Nakrar dagar eftir álopið vildi politiið hava hjálp frá almenninginum at finna álopsmannin og kunngjørdi eina rættliga neyva lysing av honum.

Tað vóru kortini ikki upplýsingar frá fólki, sum leiddu politiið á slóðina, men kanningar hjá politinum sjálvum.

Álopið hendi við handilin Kallkyn klokkan trý korter til fýra leygarnáttina 25.november. Ein maður varð sligin niður. Meðan hann liggur á vegnum, verður hann eisini sligin. 

Løgfrøðingar hjá fútanum avgera, um skuldsetti maðurin verður ákærdur og skal í rættin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858