Cannabis loyvt í California

Cannabis loyvt í California
Størsti staturin í Amerika loyvir nú fólki yvir 21 ár at brúka cannabis ella hassj
 
01.01.2018 - 17:30

Amerikanski staturin California er ikki tann fyrsti, men tann størsti, ið loyvir fólki at hava og brúka cannabis ella hassj.

Lógarbroytingin varð sett í gildi í dag og gevur fólki - eldri enn 21 ár - loyvi at hava 28 gramm av hassji uppi á sær og at hava upp til seks marijuana-plantur heima.

Talan er ikki um at brúka rúsplanturnar sum heilivág, men til vanliga nýslu, tí longu í 1996 fekk California eina lóg, sum loyvdi, at hassj verður brúkt sum heilivágur.

Nýggja lógin, ið loyvir cannabis-nýtsluni, varð samtykt við fólkaatkvøðu í California sama sama dag, sum forsetavalið var fyrraárið.

Hesar 14 mánaðirnar síðani hava verið brúktir at fyrireika avgjalds-ásetingar og aðrar kunngerðir, ið skulu til fyri at kunna fremja søluna lógliga.

Men øll eru ikki fegin um lógar-broytingina.

Tey, sum eru ímóti, siga, at vandi er fyri at fleiri fara at koyra bil ávirkað, og at tað verður lættari hjá ungdóminum at sleppa framat hesum rúsevnum, hóast aldurmarkið er 21 ár.

Fyri tey, sum fara at selja lógligu rúsplanturnar, eru stórir inntøkumøguleikar, verður mett.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Leygardag 5. september
Plátupanelið #41 (One & Done)
212762
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212672
Týsdag 1. september
Veðrið
212572