Fiskimenn brúka framvegis gamla sáttmálan

Fiskimenn brúka framvegis gamla sáttmálan
Hóast Fiskimannafelagið og Reiðarafelagið í fjør samdust um at leingja sáttmálan til ársskiftið, verður framvegis mynstrað eftir honum
Jan Højgaard, formaður í Føroya fiskimannafelag, væntar at frætta frá Reiðarafelagnum.
 
02.01.2018 - 11:59

Hóast eingin sáttmáli hevur verið í langa tíð, mynstra fiskimenn framvegis eftir gamla sáttmálanum.

Formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, sigur, at felagið hevði væntað at frætt frá Reiðarafelagnum, men haðani er einki komið.

Hini manningarfeløgini longdu sáttmálarnar til apríl í ár.

Fiskimannafelagið longdi sín sáttmála til nýggjárs, tí felagið væntaði, at løgtingið avgreiddi fiskivinnunýskipanina í summar.

Men siðvenjan er at brúka gamla sáttmálan, til nýggjur er gjørdur, sigur Jan Højgaard.

Hann hevur fingið at vita frá Reiðarafelagnum, at felagið hevur ikki havt stundir til samráðingar, nú nýggj fiskivinnuskipan er gjørd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717
Sunnudag 1. november
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
215723