Fimm nýggj fólkanøvn á føroyska navnalistan

Fimm nýggj fólkanøvn á føroyska navnalistan
Málráðið fær og viðgerð umsóknir um dreingja og gentunøvn, sum hava og sum ikki hava samband við uppkalling 
 
02.02.2018 - 17:13

Nýggju nøvnini eru komin á føroyska navnalistan fram til oktobermánað. 

4 gentunøvn og 1 dreingjanavn

Tey fimm nýggju nøvnini, sum eru komin á navnalistan í fjør, eru gentunøvnini Adriana, Eliana, Indira og Teodora, og fyri dreingjanøvn er eitt nýtt navn komið, tað er Ares.

Innlit, sum Kringvarpið hevur fingið, vísur, at í sambandi við uppkalling eru umsóknir um at sleppa at brúka nøvnini - eitt nú Angelina, Axelina, Elisabeta og Samia.

Umsóknir um gentunavn, sum ikki hevur samband við uppkalling er eitt nú Adriana, Ava, Frigg, Indira, Maileyg og Summaralda.

Einans tríggjar umsóknir komu um at brúka dreingjanavn, sum ikki hevur samband við uppkalling, - Ares, Eliott og Esra.

Sáldað frá

Men ikki allar umsóknir verða tó góðkendar. Eitt nú vrakaði málnevndin gentunøvnini Eyrit, Leah, Lydia og Saga. Hjá dreingjum eru trý nøvn vrakað, - Kriseli, Norð og Thor.

Nøvn verða vrakað, sambært grein 2 í navnalógini, - har stendur, at "Navnið skal vera í samljóði við føroyskar málreglur." Og tey nøvn, sum eru noktað, lúka ikki treytirnar í hesi lógargrein, sigur Anfinnur Johansen, formaður í málnevndini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329