Grønland einasta norðurland við minkandi fólkatali

Grønland einasta norðurland við minkandi fólkatali
Nýggj frágreiðing frá Norðurlandaráðnum vísir, at flestu norðurlond uppliva vaksandi fólkatal. Bara í Grønlandi minkar fólkatalið
Mynd: www.norden.org  
 
19.02.2018 - 12:50

Tann 8. februar kom árliga frágreiðingin hjá norðurlandaráðnum. Frágreiðingin, sum eitt nú hyggur eftir fólkatalinum í teim ymsu norðurlondunum, vísir á, at flestu norðurlond hava eitt vaksandi fólkatal. 

Frá 2007 til 2017 er fólkatalið voksið í flestu norðurlondum, og er hetta í flestu førum vegna meira tilflytarar sum til dømis í Danmark, Svøríki, Finlandi, Norra og Álandi. Sambært frágreiðingini er vaksandi fólkatalið eisini ein avleiðing av tí evropeisku flóttafólkakreppuni. 

Ísland hevur tó sum tað einasta norðurland ein fólkavøkstur, ið fyrst og fremst stendst av natúrligum vøkstri. Tað hava sostatt verið fleiri føðingar enn deyðsfall í Íslandi í tíðarskeiðinum, og talið av føðingum er tá eisini hægri enn talið av tilflytarum. 

Fólkatalið minkar í Grønlandi

Grønland hevur sum tað einasta norðurland eina afturgongd í fólkatalið í hesum tíðarskeiðnum, og er tað fyrst og fremst orsakað av burturflyting. 

Tað natúrliga fólkatalið í Grønlandið hevði tó voksið, tí eisini her eru fleiri føðingar enn deyðsføll. Men so nógv fólk flyta av landinum, at fólkatalið støðugt minkar.

Eisini Føroyar hevur mist íbúgvar, tí fólk flyta frá landinum. Natúrligi fólkavøksturin mótroknar tó burturflytingina í so stóran mun, at fólkatalið hóast hetta veksur. 

Myndin niðanfyri vísir gongdina.

Fýra afturvendandi rák

Sambært frágreiðingi síggjast fýra demografisk rák í norðurlondum. Fyrst og fremst gerast tað fleiri íbúgvar í norðurlondum orsakað av tilflytarum, og hesir tilflytarar búseta seg mest í stórum býum. Miðalaldurin á íbúgvunum veksur, og tað ger talið av íbúgvum við útlendskari ætt eisini.

Øll fýra rák væntast at halda fram tey næstu mongu árini. 

Les alla frágreiðinga frá norðurlandaráðnum her

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. juli
Morgunlestur týsdagur.
210558
Mánadag 6. juli
Oyggjar undir trýsti -1. partur
210473
Mánadag 6. juli
Fótbóltsprát 6. juli 2026
210577
Mánadag 6. juli
Poppverturin 6
208459
Mánadag 6. juli
Praktikanturin #18: Katrin Reistrup
210569
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. juli
3-2
210573
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522