Illgruni um evnafrøðilig vápn í Sýria

Illgruni um evnafrøðilig vápn í Sýria
Illgruni er um, at stjórnardeildir í Sýria hava brúkt klorgass í álopi móti uppreistrardeildum í Gouthe-landumráðnum uttanfyri Damaskus.
Eitt barn í Sýria móttekur neyðhjálp
Mynd: HAMZA AL-AJWEH / AFP  
 
27.02.2018 - 14:20

Illgruni er um, at stjórnardeildir í Sýria hava brúkt klorgass í álopi móti uppreistrardeildum í Gouthe-landumráðnum uttanfyri Damaskus.

Heilsustarvsfólk í økinum siga, at fleiri fólk eru komin í viðgerð við sjúkueykennum, sum benda á, at tey hava andað í seg klorgass.

Bæði offur og ambulansu-fólk siga, at tað stóð ramur luktur av klorgassi eftir eina ógvusliga spreinging í gjár, sum kravdi eitt mannalív.

Í minsta lagi 18 fólk eru í viðgerð í økinum, sum er nærindis markinum millum Ghouta og Damaskus.

Sýriski herurin hevur ikki viðmerkt skuldsetingarnar, men Russland segði sunnudagin, at uppreistrarfólk brúka evnafrøðilig vápn í Ghouta og leggja ábyrgdina á stjórnardeildir.

Sýriskir mannarættindaeygleiðarar siga, at eitt barn doyði eftir spreingingina, tí tað fekk ikki andað, - men enn er ikki váttað, at talan er um evnafrøðilig vápn.

Stjórnin er javnan løgd undir at brúka evnafrøðilig vápn bæði í Ghouta og í øðrum økjum, har uppreistrardeildir hava valdið.

Í 2013 varð gassálop framt móti Douma, sum er størsti býurin í Ghouta, men tað er ógreitt, hvør hevði ábyrgdina av álopinum.

Felagsskapurin móti evnafrøðiligum vápnum, OPCW, hevur staðfest, at stjórnardeildir brúka ólógliga nervagassið, sarin, í álop móti uppreistrardeildum í býnum Khan Sheikoun í apríl í fjør, tá túsundtals fólk lótu lív.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. januar
RagnarRokk: Robby Thomas Walsh um Banned
201515
Hósdag 15. januar
EM 26 tíðindi - 15 jan 2026
202745
Hósdag 15. januar
Nýtt ljóð
202744
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571