Forsetin í Kina ikki longur áramálssettur

Forsetin í Kina ikki longur áramálssettur
Í Kina kann forsetin nú vera sitandi so leingi, hann hevur undirtøku í Kommunistiska flokkinum.
Xi Jinping kann nú vera sitandi so leingi, hann hevur undirtøku í Kommunistiska flokkinum.
 
11.03.2018 - 10:12

Forsetaembætið í Kina hevur annars verið áramálssett. Tað vil siga, at forsetin hevur verið settur í eitt avmarkað tíðarskeið.

Markið var 10 ár í alt, tvær ferðir fimm ár. Men lóggávutingið í Kina hevur nú tikið tað markið burtur.

At kalla allir tingliminir atkvøddu fyri uppskotinum.

Men tveir av teimum 2980 tinglingunum atkvøddu ímóti, og ein atkvøddi blankt.

Tað verður hildið at vera eitt sjáldsamt mótmæli í kinesiska parlamentinum, sambært altjóða miðlum.

64 ára gamli Xi Jinping hevur verið forseti síðan 2012. Hann skuldi eftir ætlan frá í 2023.

Árini, hann hevur verið forseti, er eftirlitið við fólkinum økt munandi, og frælsið at siga sína hugsan er eisini skert.

Tað verður hildið, at hann hevur nú líka stórt vald í Kina, sum Mao hevði.

Xi Jinping er bæði aðalskrivari í Kommunistiska flokkinum og formaður fyri hervaldið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. januar
Bolero
202862
Sunnudag 18. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
202845
Sunnudag 18. januar
Akademia: Vald og rættur
202782
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852
Fríggjadag 16. januar
Veðrið
202797
Hósdag 15. januar
Veðrið
202738