Norebo stevnir Noregi - sleppa ikki í norskan sjógv

Norebo stevnir Noregi - sleppa ikki í norskan sjógv
Málið verður viðgjørt í rættinum í Oslo 26. januar, skriva fjølmiðlar
Skip hjá russiska reiðarínum Norebo sleppa ikki í norskan sjógv, og nú hevur reiðaríið stevnt norskum myndugleikum.
Mynd: The Barents Observer  
 
16.01.2026 - 08:51

Russiska reiðaríið Norebo hevur stevnt Noregi, tí skip hjá reiðarínum sleppa ikki í norskan sjógv.

Vitaly Orlov, sum átti Norebo til 2023, tá hann flutti ognarskapin til son sín, Nikita, hevur stevnt, tí hann vil hava fiskirættindi í norskum sjógvi.

Norebo og Murman Seafood, sum heldur ikki sleppur í norskan sjógv, fiska 40 prosent av russkisku toskakvotuni í Barentshavinum.

Málið verður viðgjørt í rættinum í Oslo 26. januar, skriva fjølmiðlar.

Vitaly Orlov er millum ríkastu menn í Rússlandi. 

Hann er mettur at eiga 2,1 milliard dollarar, 13,5 milliardir krónur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Fríggjadag 29. mai
Radio Stjernekilde - Partur 2
208991
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
209013
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945