Skúlagentur leyslatnar í Nigeria

Skúlagentur leyslatnar í Nigeria
Yvirgangsfelagsskapurin, Boko Haram, í Nigeria hevur latið leysar 74 av teimum 110 skúlagentunum, sum í farna mánaði vórðu burturfluttar
Skúlagentur avmyndaðar stutt eftir, tær vórðu leyslatnar
Mynd: Reuters  
 
21.03.2018 - 15:11

Hildið verður, at stjórnin hevur rindað loysigjald fyri at fáa genturnar aftur til famliljur sínar í Dapchi-statinum í landnyrðings Nigeria.

Herurin váttar, at limir í Boko Haram komu til Dapchi við gentunum, har tær 19. februar vórðu burturfluttar.

Vitni siga, at nógvir íbúgvar gjørdust ræðsluslignir, tá eitt bilafylgi við limum í Boko Haram koyrdu til Dapchi við gentunum.

- Eg havi ein lista yvir horvnar gentur, og vit fara nú at kanna lista og staðfesta, hvussu nógvar enn ikki eru komnar aftur í aftur, sigur Bashir Manso, sum er talsmaður fyri tey avvarðandi.

Burturflytingin 19. februar  var hin størsta síðani 267 gentur vórðu burturfluttar frá einum skúla í Chibok í 2014.

Myndugleikarnir og Muhammadu Buhari, forseti, eru undir hvøssum atfinningum fyri, at Boko Haram kundi burturflyta genturnar í farna mánaði.

Amnesty international skuldsetti so seint sum í gjár herin fyri ikki at hava tikið nógvu ávaringarnar um Boko Haram-álop móti skúlanum í Dapchi í álvara. 

Herurin vísir hesum aftur og sigur, at Amnesty spjaðir ósannindi um herin. 

Muhammadu Buhari, forseti, vann forsetavalið fyri trimum árum síðani við lyftum um, at burturfluttu genturnar koma heimaftur, og at herurin skal knúsa Boko Haram.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 18. mai
Morgunlestur mánadagur 18.mai 2026
208377
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 18. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208512
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424