Konni Kass á Roskilde Festival 2018

Konni Kass á Roskilde Festival 2018
Roskilde Festival hevur í dag kunngjørt 27 nøvn, ið skulu spæla á smærru pallunum á festivalinum. Ein teirra er Konni Kass
Konni Kass spæla á Roskilde Festival 2018. Í bólkinum eru Torleik Mortensen, Per Ingvaldur Højgaard Petersen, Konni Kass & Knút Háberg Eysturstein
Mynd: KONNI KASS  
 
22.03.2018 - 16:22

Tá Roskilde Festival fer av bakkastokki í summar verður tað við einum føroyskum bólki á skránni.

Talan er um føroysku Konni Kass, sum við bólki sínum fer at framføra á størsta tónleikafestivalinum í Norðurlondum.

Tað kendist óveruligt

Avtalan um at spæla kom í lag gjøgnum danska bookarin hjá Konni Kass, og sjálv fegnast hon øgiliga nógv um hetta.

- Tað kennist ordiliga gott, og tað er nakað, sum eg altíð hava ynskt mær at eg eina ferð fór at gera, sigur Konni Kass, ið syngur og leggur navn til bólkin. 

Sjálv hevur Konni verið ofta á Roskilde, so fyri hana var tað ein dreymur at vera biðin um at spæla.

- Eg havi altíð gingið á Roskilde og droymt um, at eg ein dagin slapp at standa á pallinum har. Tað føldist óveruligt at fáa tað at vita.

Spírandi talent

Konni Kass skal spæla týsdagin tann 3. juli á Rising-pallinum, ið er serstakur pallur fyri spírandi tónleikarar.

Fyrr hava bólkar sum MØ, Icona POP og Susanne Sundfør framført her, skrivar Roskilde Festival á heimasíðuni. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 30. oktober
RagnarRokk: Bülent Ceylan um B.L.N.T.
215051
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541