Puigdemont slapp undan handtøku í Finnlandi

Puigdemont slapp undan handtøku í Finnlandi
Sambært The Guardian eydnaðist tað Puigdemont at koma sær undan finska politinum, tá hann teir seinastu dagarnar vitjaði í Finnlandi
 
25.03.2018 - 10:40

Fyrrverandi forsetin í Katalonia, Carles Puigdemont, er farin úr Finnlandi aftur. 

Sambært The Guardian eydnaðist tað Puigdemont at koma sær undan finska politinum, tá hann teir seinastu dagarnar vitjaði í Finnlandi fyri at samráðast við politikkarar. 

Evropeisk handtøkuboð eru á fyrrverandi forsetanum, sum tó ikki er í Finnlandi meira. Tað váttar sakførarin hjá Puigdemont.

Hann býr í útlegd í Belgia. Hann flýddi saman við fleiri av ráðharrunum til Belgia í fjør, tá hann saman við stjórnini í Katalonia varð koyrdur frá. 

Seinni sama dagin varð Puigdemont tó handtikið við markið millum Týskland og Danmark, tað váttaði sakførarin á Twitter. 

LES EISINI: Puigdemont handtikin

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 7. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214423
Týsdag 6. oktober
Veðrið
214392
Týsdag 6. oktober
Havið ímillum 1:2
214391
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342