Puigdemont fyribils verandi í Týsklandi

Puigdemont fyribils verandi í Týsklandi
Ikki fyrr enn eftir páskir verður støða tikin til, um og nær hann skal útflýggjast Spania
 
27.03.2018 - 08:21

Fyrrverandi katalonski leiðarin, Carles Puigdemont, skal fyribils sita varðhaldsfongslaður í Týsklandi. Ikki fyrr enn eftir páskir verður støða tikin til, um og nær hann skal útflýggjast Spania.

Tað upplýsir høvuðsákærin í Schlesvig-Holstein, Georg Guentge, sambært Reuters og Zeit online.

Tað varð sunnudagin, at Carles Puigdemont varð handtikin, beint eftir at hann var komin inn um markið til Týsklands. Hann var á veg í bili úr Finlandi til Belgia, har hann hevur búð síðan oktober.

Ouigdemont fór úr Spania saman við fýra ráðharrum eftir at spanska stjórnin koyrdi katalansku stjórnina frá sum úrslit av fólkaatkvøðuni. Eini fólkaatkvøðu, sum spanska stjórnin metti vera í stríð við sponsku stjórnarskipanina.

Hann skuldsettur fyri uppreistur og tileggjan til uppreistur. Verður hann funnin sekur, kann hann fáa upp í 25 ára fongsulsrevsing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 6. oktober
Vitan
214348
Týsdag 6. oktober
Vitan
214349
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Týsdag 6. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
214342
Mánadag 5. oktober
Veðrið
214310
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234