- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sigursrøð hjá stórmeistaranum brotin
Støðan broyttist einki í oddanum í Landsliðsbólkinum eftir triðja umfar í FM-kappingini í talvi í gjár.
Á trimum av fýra borðum endaði tað javnt.
Sigursrøðin hjá stórmeistaranum Helga Dam Ziska var brotin, tí hann mátti sættast við javnleik í kvøld. Mótstøðumaður hansara var Sjúrður Thorsteinsson.
Helgi hevði hvíta fólkið, men einki lív fekst í støðuna, sum brátt flatnaði út til eitt deytt remis.
Byrjanin var sisiliansk, men kom at líkjast einum fronskum tema, tá ið tað mesta verður uppbýtt á miðjum borði.
Helgi royndi at søkja at, men Sjúrður hevði ongar trupulleikar at standa ímóti. Remis eftir 41 leikir.
Sjúrður telvar trygt og og hevur gott tamarhald á støðuni. Hann er framvegis ósigraður við trimum remis.
Remis millum Rógva og Rógva
Rógvi Egilstoft Nielsen fekk heldur ikki stórvegis flog yvir byrjanina við tí hvíta fólkinum. Navnin Mortensen tóktist væl fyrireikaður.
Hann spældi Caro-Kann móti 1. e4, men vágamaðurin valdi f3-frábrigdið í triðja leiki. Remis longu eftir 19 leikir.
Við fyrsta eygnabragdi tykist svartur at standa betur, men so var friðarvatala undirskrivað. Hetta er annar dagurin, at Rógvi Egilstoft Nielsen má sættast við remis eftir heldur ivasamar støður.
Bara ein sigur
Hans Kristian Simonsen, sum tapti fyrstu tvey talvini, var í dag hin einasti, sum vann.
Eingin var bilsin, at talvið millum hann og Ólav Simonsen gjørdist lívligt.
Hans Kristian tóktist at standa væl við svørtum, so kom Ólavur fyri seg og leyp á, men brádliga gjørdi kollfirðingurin eitt mótálop, sum tók klaksvíkingin av fótum.
Undirhaldandi og umleypandi talv, og fyri sjálvsálit og spæligleði hjá Hans Kristiani mundi sigurin vera ógvuliga kærkomin.
Javnleikur millum Carl Eli og Rana
Í fjórða talvinum sótu skyldmenninir Carl Eli Samuelsen og Rani Nolsøe yvirav hvør øðrum.
Talvið var javnt allanvegin og endaði remis. Báðir kunnu vera væl nøgdir higartil. Carl Eli liggur framvið, og Rani, sum eisini er ósigraður higartil, hevur víst, at enn eru knotur.
Støðan í FM-bólkinum eftir trý umfør
1.Helgi Dam Ziska | HT | 2,5 stig |
2.Carl Eli Samuelsen | HT | 2 stig |
3.Rógvi Egilstoft Nielsen | ST | 2 stig |
4.Rani Nolsøe | KTF | 1,5 stig |
5.Sjúrður Thorsteinsson | HT | 1,5 stig |
6.Rógvi Mortensen | HT | 1 stig |
7.Hans Kristian Simonsen | KT | 1 stig |
8. Ólavur Simonsen | KTF | 0,5 stig |
4.umfar verður telvað 27.mars
Rógvi Mortensen-Sjúrður Thorsteinsson |
Hans Kristian Simonsen-Helgi Dam Ziska |
Rani Nolsøe-Ólavur Simonsen |
Rógvi Egilstoft Nielsen-Carl Eli Samuelsen |
kelda: faroechess.com