Rakettálop í Sýria

Rakettálop í Sýria
Fleiri fólk hava í morgun latið lív ella fingið skaða eftir eitt rakettálop móti einum sýriskum hernaðarflogvølli. Tað skrivar BBC.
Satellitmynd av Tiyas-flogvøllinum
Mynd: GOOGLE/DIGITAL GLOBE  
 
09.04.2018 - 10:22

Álopið kemur í kjalarvørrinum á evnafrøðiligum álopum móti einum býi, har uppreistrarfólk hava valdið.

Fleiri rakettir skulu hava rakt Tiyas flogvøllin, sum liggur nakað uttanfyri Homs. 

Sýria segði tíðliga í morgun, at vesturlendskar herdeildir vóru við í álopinum, men USA hevur víst hesum aftur. 

- Í hesi løtu skipa vit eingi álop í Sýria. Men vit fylgja neyvt við støðuni og stuðla diplomatiskum royndum at draga tey, sum brúka evnafrøðilig vápn í Sýria og aðrastaðni, til svars fyri sínar gerðir, skrivar Pentagon, sambært BBC.

Leggja Ísrael undir at hava skipað álopið

Russland og sýriska stjórnin leggja nú Ísrael undir at hava skipað álopið, skrivar BBC.

Flogvøllurin liggur nærindis býnum Homs, og 14 fólk lótu lív í álopinum. Ísrael, sum fyrr hevur framt álop á sýrisk mál, hevur ikki viðmerkt hendingina í morgun. 

Álopið kemur í kjalarvørrinum á evnafrøðiligum álopum móti einum býi, har uppreistrarfólk hava valdið.

Almenna sýriska tíðindastovan, SANA, endurgevur hernaðarkeldu, sum sigur, at Ísrael framdi luftálopið í morgun, og at ísraelsk stríðsflogfør skutu rakettirnar, tá tey vóru í libanskum luftrúmi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Mikudag 20. mai
Serfrøðingurin
208614
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523