Enn ein forseti handtikin fyri mutur í Suðurkorea

Enn ein forseti handtikin fyri mutur í Suðurkorea
Lee Myung-Bak er handtikin og skuldsettur fyri mutur, tá hann var forseti frá 2008 til 2013
 
10.04.2018 - 08:03

Málini snúgva seg eitt nú um mutur, valdsmisnýtslu og skattaundandrátt. Rættarmálið kemur eftir ætlan fyri í næsta mánað.

76 ára gamli Lee er undir illgruna fyri at hava tikið í móti 11 milliardum won í mutri - tað eru 8,3 milliónir evrur, tá hann varð valdur til forseta í 2012.

Hann er undir illgruna fyri at hava koyrt pengar hjá fregnartænastuni í egnan lumma og fyri at hava tikið ímóti mutri frá í minsta lagi 5 persónum.

- Vit fara at kanna allan kriminella vinningin, sum Lee hevur fingið á ólógligan hátt, segði høvuðsákærin, Han Dong-Hoon.

Lee skal m.a. hava náað elektronikk-risan, Samsung, og grundleggjaran, Lee Kun-Hee, afturfyri at fáa mutur. Stjórin í Samsung hevði annars verið dømdur fyri skattaundandrátt.

Sonur Lee Kun-Hee, sum eisini er arvingur og varastjóri í Samsung, eitur Lee Jae-Yong. Hann varð dømdur hálvt-triðja ára fongsul fyri at hava givið Park Guen-Hye, mutur. 

Park Guen Hye er eisini fyrrverandi forseti, og hon varð í síðstu viku dømd  24 ára fongsulsrevsing fyri valdsmisnýtslu, mutur og kúgan.  

Lee Myung-Bak varð handtikin í mars. Hann noktar seg sekan, og hevur noktað at latið seg avhoyra. Hann sigur, at skuldsetingarnar eru politiskt motiveraðar. 

Verður 76 ára gamli Lee dømdur sekur í meira enn einari ákæru, er møguleiki fyri, at hann skal sita í fongsli restina av ævi síni, skriva suðurkoreiskir fjølmiðlar, sambært YLE.

Allir fyrrverandi forsetanir í SuðurKorea, sum framvegis eru á lívi - teir eru 4 í tali, eru antin ákærdir ella dømdir fyri mutur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Føroyskir sangir
208480
Sunnudag 17. mai
Bolero
208479
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta í Argja kirkju
208477
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 17. mai
Andakt
208482
Sunnudag 17. mai
Guðstænasta við Harmonikuvinum
208481
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400