Vænta hernaðarligt álop

Vænta hernaðarligt álop
USA, Frakland og Bretland eru samd um at arbeiða saman, og hildið verður, at tey fyrireika álop, sum aftursvar til evnafrøðiliga álopið í Sýria
 
12.04.2018 - 12:40

Boðini úr Hvítu Húsunum eru tey, at endalig støða er ikki tikin enn, men USA heldur, at Sýria og Russland hava ábyrgdina av álopinum. Bæði londini vísa staðiliga aftur, at so skal vera.

Nationala trygdarráðið í USA hevur fund um støðuna í dag, og bretski forsætisráðharrin, Theresa May, hevur kallað saman til eyka stjórnarfund um støðuna. 

Hildið verður, at Theresa May vil hava góðkenning frá stjórnini til at brúka herin, skriva fjølmiðlar.

Stjórnardeildirnar yvirtikið Douma

Bjargingarfólk og heilsustarvsfólk, sum vóru í Douma í Sýria, tá álopið var, siga, at mong lótu lív, at uppreistrardeildir tá høvdu ræðið har, og at sjúkueyðkennini bóru brá av, at eiturevni høvdu verið brúkt.

Sýriskar stjórnardeildir hava síðani fingið fult vald í býnum Douma og í øllum eystur-Ghouta. Hetta verður mett at vera ein seinasti skansi hjá fíggindum Assads. 

- At sýriska flaggið veitrar yvir einum bygningi í Douma er tekin um vald har og sostatt í øllum Ghouta, sigur Juri Jevtusjenko, russiskur herovasti við russiskar tíðindastovur sambært Reuters.

Meira enn 13.500 uppreistrarfólk og familjur teirra eru farin úr Douma seinasta mánaðin, skrivar AP. Russiska verjumálaráðið sigur, at 1.500 uppreistrarfólk eru farin úr býnum seinastu 24 tímarnar.

Evnafrøðiligt álop

Douma er eystanfyri høvuðsstaðin Damaskus, og tað var har, at fleiri tíggjutals fólk leygardagin lótu lív í tí, sum sagt verður var eitt evnafrøðiligt álop.

Heimsheilsustovnurin WHO metir, at 500 fólk hava sjúkueyðkenni frá eiturevnum eftir álopið.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at Sýria og Russland hava ábyrgd av álopinum í Douma. Talskvinnan í Hvítu húsunum, Sarah Sanders, segði í gjárkvøldið, at støða er enn ikki tikin til, hvussu svarað verður aftur. 

Henda viðmerkingin tykist rógva afturá aftur tað, sum Trump skrivaði í gjár á Twitter, har hann ávaraði Russland og bað tey verða til reiðar til smartar og framkomnar rakettir í Sýria.

Altjóða samstarv

USA, Frakland og Bretland eru samd um at arbeiða saman, og hildið verður, at tey fyrireika álop, sum aftursvar til álopið leygardagin.

James Mattis, amerikanskur verjumálaráðharri, sigur, at USA framvegis viðger evnafrøðiliga álopið, men Mattis legði afturat, at herurin stendur tilreiðar at leypa á, um forsetin metir, at tað er besta loysnin.

Hvítu húsini siga, at forsetin onga tíðarætlan hevur fyri, nær hernaðarligu álopini verða. 

Vænta hernaðarligt álop

Men kelda í ovastu leiðsluni sigur við redaktørin hjá BBC í Norður Amerika, Jon Sopel, at okkurt slag av hernaðarligum álopi verður helst nú um vikuskiftið.

Trygdarráðið í ST fær einki gjørt við støðuna, tí Russland hevur brúkt sín sýtingarrætt og noktar fyri at seta kanningar í verk av møguligari kemiskari vápnanýtslu, og USA hevur somuleiðis brúkt sín sýtingarrætt at verða fyri einum líknandi russiskum uppskoti í trygdarráðnum.

Altjóða eftirlitsstovnurin fyri banni av evnafrøðiligum vápnum, hann eitur OPCW, hevur sagt, at teirra fólk eru á veg til Douma, men ógreitt er, nær og hvørji prógv munnu vera á staðnum enn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Fríggjadag 3. mai
Vikuskiftið 3 mei 2024
174604
Fríggjadag 3. mai
Tá Grønland bjargaði Føroyum (4:6)
174593
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444