Samráðingar halda fram

Samráðingar halda fram
Sáttmálasamráðingar í Danmark byrjaðu aftur í morgun klokkan 10, men serliga á stastliga økinum er stevið í samráðingunum sera tungt
 
24.04.2018 - 16:40

Samráðingarnar eru um nýggjan sáttmála til umleið 750.000 alment sett í Danmark, og staturin, kommunurnar og regiónir samráðast hvør í sínum lagi og onkuntíð saman við fakfeløgunum.

Í gjár vóru samráðingar millum statin og fakfeløgini, men tær endaðu, aftaná at partarnir høvdu fundast í fimm tímar.

Hetta bendir á, at stevið í samráðingnunum er sera tungt, og at vandi er fyri, at samráðingarnar fara at slitna, metti Casper Schrøder, korrespondentur í fíggjarmálum hjá DR í gjárkvøldið. 

Samráðingarleiðarin Flemming Vinther og Sophie Løhde, innvatiónsráðharri, vóru í døpurhuga, tá tey komu úr fundarhølunumn í gjár, og søgdu, at tey hildu ikki, at nøkur orsøk var at halda fram við samráðingunum í gjárkvøldið. 

Stóra ósemjan millum partarnar á statsliga økinum er matarsteðgurin. Løntakararnir vilja hava í sáttmálan, at staturin skal rinda fyri matarsteðgin. 

Í dag siga tó fleiri samráðingarfólk hjá kommunum og regiónunum við DR, at teir vóna og vænta at kommunurnar og regiónirnar kunnu fá eina semju í lag, hóast hetta ikki eydnast millum statin og fakfeløgini.

Martin Ziegler, samráðingarleiðari hjá kommunalu arbeiðsgevarunum, vísur tó á, at hann heldur at ósemjurnar á statsliga økinum, kunnu gera tað truplari at fáa semju í lag millum kommunurnar, regiónirnar og fakfeløgini.

Semingsmaðurin hevur longt samráðingarnar tvær ferðir, og kann tískil ikki leingja tær einaferð aftrat. Tí skal ein semja finnast fyri 1. maj. Verður semja ikki áðrenn tað, er vandi fyri stórum verkfalli 6. maj. Verkbann kann setast í verk frá 12. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Vikuskiftið 15 mei 2026
208421
Fríggjadag 15. mai
LEITISSTEIN 15.05.2026 (Beinir)
208417
Fríggjadag 15. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Dorimus
208405
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Hondbóltur: Undansending
208434
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365