Iran hóttir USA

Iran hóttir USA
Heldur USA ikki kjarnorkuavtaluna við Iran, kann tað fær tað álvarsligar fylgjur
 
25.04.2018 - 08:13

Heldur USA ikki kjarnorkuavtaluna við Iran, so fær tað álvarsligar fylgjur. Tað sigur iranski forsetin, Hassan Rouhani, sum beinleiðis hóttir USA.

Um USA fer at bróta gjørdu avtaluna, so tekur Iran seg burturúr arbeiðinum fyri at steðga kjarnorkuvápnum, sigur leiðarin í iranska trygdarráðnum, Ali Shamkani, áðrenn hann fer til Ruslands á vitjan.

Tað er ein av møguleikunum sum vit umrøða, segði hann.

Donald Trump, forseti hevur fleiri ferðir funnist at avtaluni sum Iran gjørdi við tey fimm londini, sum hava fast sæti í trygdarráðnum hjá ST og Týskland.

Endamálið við avtaluni var at fáa Iran at gevast við at menna kjarnorkuvápn, afturfyri at nógvu tiltøkini sum vórðu sett í verk ímóti landinum, vórðu ógildað.

Ovastin fyri CIA, Mike Pompeo, sum verður nýggjur amerikanskur uttanríkisharri, sigur, at hann ætlar at fáa avtaluna at halda. Kann hann ikki sjálvur tað, so fer hann at samstarva við onnur lond, fyri at tryggja avtaluna.

Hann fær kortini ikki stuðul úr Ruslandi og Kina, Uttanríkisráðharrarnir í teimum báðum londunum hittust í gjár, og teir samdust um at verandi avtala skal vera galdandi.

- Vit fara ikki at góðtaka broytingar, sum ST hevur góðkent, segði russiski uttanmríkisráðharrin, Sergej Lavrov, sum var á vitjan í Beijing.

Donald Trump hevur hótt við at seta avtaluna úr gildi og at seta nýggj tiltøk í verk ímóti Iran frá 12. mai.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Mikudag 20. mai
Dylan 85 (3:4)
208635
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590
Mánadag 18. mai
Veðrið
208523