Tímalønt hjá kommunu fingið fríviku útgoldna

Tímalønt hjá kommunu fingið fríviku útgoldna
917 tímalønt starvsfólk hjá Tórshavnar kommunu hava um dagarnar fingið í miðal slakar 3.000 krónut, sum tey áttu tilgóðar hjá kommununi
 
01.06.2018 - 13:43

Talan er um tilsamans 2,8 milliónir krónur, sum kommunan hevur sent teimum. Orsøkin er, at fólkini ikki hava fingið fyri sættu frívikuna seinastu seks árini, og tað hava tey so fingið nú.

Elsa Johanna Høgenni, deildarleiðari á starvsfólkadeildini, sigur, at kommunan varð gjørd varug við viðurskiftini seinasta heyst, um tey tímaløntu ikki áttu at fáa pening fyri sættu feriuvikuna.

Síðani fór kommunan at kanna viðurskiftini, og úrslitið varð, at fólkini áttu at fáa pengarnar, sum tey kortini ikki høvdu fingið.

Kommunan leitaði fimm ár aftur, og valdi síðani at taka hetta árið við, og tí hava fólkini nú fingið útgjald fyri seks ár, upplýsir Elsa Johanna Høgenni.

Tórshavnar kommuna hevur í fyrstu syftu gjørt av at fara fimm ár aftur í tíðina og avgreiða tey árini.

Tað er ógreitt við árunum frammanundan, tí vanliga er fyrningarfreistin fimm ár, og tí skal ein juridisk kanning gerast av teimum árunum.

Elsa Johanna Høgenni sigur, at kanningarnar hjá kommununi hava víst, at skipanin við sættu frívikuni kom í gildi í 2004, og kanningarnar hava eisini víst, at kommunan ongantíð hevur goldið fyri hana.

Tí skal greiða fáast á, um kommunan má heilt aftur til 2004 og rinda timaløntu fólkunum fyri tey fyrstu árini eisini.

Tí er neyðugt hjá kommununi at fáa eina løgfrøðiliga kanning av málinum, so greiða fæst á, um vanliga fyrningarfreistin upp á fimm ár er galdandi, ella um kommunan má djúpri í lumman eftir pengum.

Nær tann kanningin verður liðug, er ikki greitt, men tað verður neyvan fyrr enn í heyst, sigur Elsa Johanna Høgenni, deildarleiðari á starvsfólkadeildini hjá Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 25. september
Vikuskiftið 25 sept 2026
213811
Fríggjadag 25. september
LEITISSTEIN 25.09.2026 (Benjamin Djurhuus)
213801
Fríggjadag 25. september
Breddin: Hækkandi matvøruprísir
213780
Fríggjadag 25. september
Beinleiðis úr Studio 5 - Danny & the Veetos
213778
Fríggjadag 25. september
RagnarRokk: Saeko um Back to Life
212906
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666
Týsdag 22. september
Veðrið
213650