Skatturin má hækka, um avgjaldið skal lækka

Skatturin má hækka, um avgjaldið skal lækka
Skal avgjaldið á dieseli og bensini lækka aftur, noyðist skatturin á lønum at hækka, sigur Kristina Háfoss
 
18.06.2018 - 16:45

Skal avgjaldið á dieseli og bensini lækka aftur, noyðist skatturin á lønum at hækka.

Tað er niðurstøðan hjá Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu, í svarinum til Bjørn Kalsøe, løgtingsmann, sum spurdi, um avgjøldini á dieselolju og bensini lækka aftur, nú oljuprísirnir eru hækkaðir nógv.

Kristina Háfoss svarar, at lækking hevði merkt, at meira má takast inn í lønarskatti fyri at menna og viðlíkahalda vegakervið og reka vælferðarsamfelagið. 

Avgjaldið á bensini hækkaði 1. januar 2016 úr 2,40 krónur fyri liturin upp í 2,70 krónur.

Avgjaldið á dieseli hækkaði úr 50 oyrum upp í 75 oyru fyri liturin. 

Hendan hækking gav landskassanum góðar 14 milliónir krónur í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 27. august
RagnarRokk 27.august 2026
211825
Hósdag 27. august
RagnarRokk: Temka um HUN
211823
Týsdag 25. august
Ung lesa 8.partur - Eg, Coriander
210837
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262
Týsdag 25. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212244
Mánadag 24. august
Veðrið
212203