Landsverk kappast ikki, sigur landsstýrismaðurin

Landsverk kappast ikki, sigur landsstýrismaðurin
Landsverk er givið at asfaltera. Ger nú bara asfalt. Asfalteringin verður boðin út
Úr Eysturoyartunlinum.
 
19.06.2018 - 07:17

Landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Henrik Old, avsannar, at Landverks kappast við privatar fyritøkur um asfaltsarbeiði.

Tað ger hann í svari til Kára P. Højgaard, løgtingsmann, sum spurdi, hví Landsverk og HJ Asfalt 19.februar í ár stovnaðu felagið, Í/F HJ-LV Tunnil Eysturoy. 

Hetta íognarfelag varð strikað ein mánað seinni.

Tvey boð komu upp á at leggja asfalt í Eysturoyartunlinum, annað var frá felagnum hjá Landsverki og HJ asfalti, hitt boðið var útlendskt.

Landverk er, síðani boðini vórðu latin NCC, givið at leggja asfalt. Nú ger Landsverk bara asfalt og bjóðar út útleggingina millum tríggjar privatar fyritøkur í Føroyum.

Løgfrøðin mælti til at stovna felag

Landsverk greiðir frá, at løgfrøðiliga ráðgeving stovnsins mælti til at gera íognarfelag fyri at tryggja greitt ábyrgdabýti millum Landsverk og HJ Asfalt til at fremja verkætlanina “asfaltarbeiði í Eysturoyartunlinum”. 

Eitt samtak, konsortium, av hesum slagi er ikki at rokna sum sjálvstøðugt felag, men sum samstarv millum partar. 

Vinnufelagslógin krevur, at tílíkt samstarv verður skrásett hjá Skráseting Føroya. 

Tí varð íognarfelagið sent Skráseting Føroya. Hetta var tó eitt mistak, tí skyldan at skráseta tílíkt konsortium er ikki galdandi, tá ein luttakari er almennur stovnur. 

Tí varð ognarfelagið strikað aftur hjá Skráseting Føroya, sigur Henrik Old í svarinum. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 23. august
Tónleikur í 13 øldir (8:10)
210354
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985