Keypir ull í summar

Keypir ull í summar
Búnaðarstovan tekur móti ull í summar. Samstarv við Navia á Toftum
Pengar fáast fyri ull í summar, so ikki er neyðugt at brenna hana.
 
21.06.2018 - 12:18

Búnaðarstovan fer at taka móti ull í juli og nakað út í august.

Tað sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður, sum hevur svarað einum spurningi frá Jenis av Rana, løgtingsmanni, um møguleikan at sleppa av við ull í ár.

Búnaðarstovan hevur slakar 400.000 kr. til ullarmóttøku í ár.

Høgni Hoydal sigur, at Búnaðarstovan fór á sumri í fjør undir samstarv við Sp/f Navia á Toftum um eina menningarætlan fyri føroysku ullini. 

Fyrsti flokkur 

Hendan menningarætlanin er nú komin so langt, at øll fyrsta floks ullin frá ullarmóttøkuni í 2016 er vorðin virkað til 100 prosent føroyskt tógv.

Sp/f Navia skipar seinni í summar fyri stórum kunningarátaki um tógvið úr hesara fyrsta floks ullini, so marknaðurin hjá  føroysku ullini vónandi batnar, sigur Høgni Hoydal. 

Verri gongst at finna gagnnýtslu fyri ullini, sum er í øðrum flokki, sigur Høgni Hoydal.

Her er brúk fyri serstakari fígging til tekniskar royndir og skjalfesting, sum mugu gerast á royndarstovum uttanlands. 

Búnaðarstovan sigur seg hava brúk fyri 700.000 kr., skal ullarmóttøkan verða vælskipað.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 17. mai
Credo: Open doors
208404
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 16. mai
Hondbóltur: Føroyar - Bosnia
208449
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366