Føroyska grundvatnið mest sannlíkt ungt

Føroyska grundvatnið mest sannlíkt ungt
Tað heita grundvatnið, sum rennir úr jarðhitaholunum í Kollafirði, er mest sannlíkt ikki eldri enn fimm ár, vísir nýggj kanning hjá Jarðfeingi
Mynd: Jarðfeingi  
 
17.07.2018 - 14:00

Tað heita grundvatnið, sum rennir úr jarðhitaholunum í Kollafirði, er mest sannlíkt ikki eldri enn fimm ár. Hetta er ein av niðurstøðunum í nýggjari grein, sum er partur av PhD-verkætlan á Jarðfeingi í løtuni.

Tað sæst á heimasíðuni hjá Jarðfeingi.

Orsøkin til hesa niðurstøðu er tann, at kanningar av grundvatni úr Vestmanna-boringini frá 1981 umframt ymsum øðrum keldum í Føroyum, bæði heitum og køldum, hava víst, at vatnið har ikki er eldri enn eitt hálvt til trý ár. Tað eru kanningar av tritium, sum kunnu geva ábendingar um aldurin á vatni. Hetta merkir, at grundvatngoymslurnar í Føroyum verða endurnýggjaðar skjótt.

Súrevnisisotopkanningar, ið eru gjørdar av vatninum í Vestmanna, hava eisini víst á, at talan er um regnvatn, og tí kann tað hugsast, at talan eisini er um regnvatn, sum er seyrað niður gjøgnum jarðarløgini í Kollafirði,skrivar Jarðfeingi á heimasíðuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037