Tríggjar listafólkalønir verða latnar í ár

Tríggjar listafólkalønir verða latnar í ár
Nú ber til hjá yrkislistafólkum at søkja um trý ára starvsløn
 
20.07.2018 - 11:10

Skipanin við listafólkalønum er nú sett í verk.

Tað ber til hjá yrkislistafólkum at søkja um trý ára starvsløn, og tríggjar listafólkalønir verða latnar í ár.

Yrkislistafólk eru tey, sum hava lokið viðurkenda yrkisfakliga útbúgving, ella hava samsvarandi royndir á listarliga økinum.

Listafólkalønin svarar til læraraløn í fólkaskúlanum á lønarstigi 21.1.

Faknevndir gera tilmæli

Faknevndir verða settar at meta um allar umsóknirnar, sum síðani gera tilmæli til nevndina í Mentanargrunninum at taka støðu til.

Seinasta freist at søkja er 2. september.

Skrivstovan hjá Mentanargrunninum er stongd til 2. august, men tað ber til at venda sær nevndarforkvinnuna, Ingun í Skrivarastovu, at fáa fleiri upplýsingar.

Endamálið við skipanini um listafólkalønir er at bøta um umstøðurnar hjá yrkislistafólkum, sum í trý ár burturav arbeiða við list. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306