Steinatún skal verða býartorg

Steinatún skal verða býartorg
Hóskvøldið fer Tórshavnar býráð at viðgera málið um nýggja býartorgið í Steinatúni. 
Væntandi verður kioskin hjá Náttarravnunum tikin niður.
 
28.08.2018 - 16:58

Byggi- og býarskipanarnevndin hevur arbeitt við málinum um at útbyggja økið, og mælir til at taka kioskina Náttarravnar niður. 

Ætlanin er at leggja tekju á økið, ið skal vera bussskýli við kunningartænastum til borgarar og ferðafólk. 

Bæði Steinatún og økið kring Steinatún er umvælt og broytt, síðani Tórshavnar kommuna yvirtók bygningin hjá BankNordik, og eitt nú heldur  Kunningarstovan til í veghæddini.

Bygningurin er eitt savningarstað hjá nógvum borgarum, ið dagliga nýta bussin, tískil er tørvur á einum tíðarhóskandi bíðistaði, sigur Tórshavnar kommuna. 

Loysnin er eitt nýmótans býartorg, ið bæði er eitt bíðistað og eitt slag av kunningarstaði.

Hóskvøldið fer býráðið at taka støðu til, um kioskin Náttarravnar skal takast niður. Síðani er ætlanin at fara undir arbeiðið við hálvtakinum, ið skal verða partur av arbeiðinum at menna býartorgið við Steinatún. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Mánadag 14. juli
RagnarRokk: Jean-Ken Johnny um X.V. e.p.
194122
Nýggjastu sendingar í SV