400 fólk uppsøgd hjá DR

400 fólk uppsøgd hjá DR
Starvsfólk hjá Danmarks Radio hava í morgun fingið at vita, at umleið 400 starvsfólk verða upsøgd í næstum
25 stjórar eru millum tey 400, sum verða uppsøgd
 
18.09.2018 - 09:57

 Danska stjórnin hevur við politiskum stuðli frá Dansk folkeparti gjørt av, at DR skal spara 20 prosent av játtanina næstu fimm árini. Í krónum og oyrum merkir tað, at danski public service stovnurin skal spara umleið 420 milliónir um árið. 
Starvsfólk fingu boðini á stórfundi í morgun klokkan 9. 25 stjórar verða eisini uppsagdir. 

Tíðindaskrivið frá DR kann lesast her

Sparingin hevur við sær, at leiðslan niðurleggur fleiri rásir og leggur aðrar saman. Tríggjar útvarpsrásir vera spardar burtur. Tær eru P6, P7 og P8. Og fleiri av sjónvarpsrásunum hjá DR verða lagdar saman. DR 3 og DR Ultra vera einans at síggja á netinum.  Sum skilst, so raka sparingarnar serliga hart umsitingina og deildina DR Medier, meðan eitt nú tíðindadeildin hjá DR ikki verður skorin nevnivert. 


Nýggi danski Public Service sáttmálin kann lesast her 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 10. mai
Guðstænasta í Kvívíkar kirkju
208155
Sunnudag 10. mai
Bolero
208154
Sunnudag 10. mai
Credo: Ora et labora.
208078
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 10. mai
Møti úr Lívdini í Hoyvík
208164
Sunnudag 10. mai
Misery
208162
Sunnudag 10. mai
Andaktin
208158
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112