Fara úr Starsvmannafelagnum undir danskt felag

Fara úr Starsvmannafelagnum undir danskt felag
Flogternurnar hjá Atlantic Airways ætla at skipa egið fakfelag undir donskum felag
Flogtænastufólkini høvdu sítt egna felag, Súluna, til 2016, tá tey fóru upp í Starvsmannafelagið.
 
22.09.2018 - 14:46

Flogternurnar hjá Atlantic Airways vilja heldur vera undir einum donskum fakfelag enn í Starvsmannafelagnum.

Tær hava annars bara verið í Starsmannafelagnum í góð tvey ár. 

Starvsmannafelagið sigur seg hava fingið at vita frá flogternunum, at orsøkin til hetta stigið er ikki misnøgd við Starvsmannafelagið.

Men flogternurnar halda, at tær fáa meira burtur úr at skipa seg í egið fakfelag undir danska fakfelagnum FPU, Flyvebranchens Personale Union.

Sáttmálin longdur

Starvsmannafelagið hevur sáttmála við Arbeiðsgevarafelagið um flogternurnar til 1.november í ár.

Men nú hava Starvsmannafelagið og Arbeiðsgevarafelagið longt tann sáttmálan eitt ár.

Lønarhækkingin 1.november í ár er 3,26 prosent, sum er ein framskriving.

Sáttmálin er tó hetta árið bara galdandi fyri flogternur, sum vilja vera limir í Starvsmannafelagnum.

Sáttmálin var ein økissáttmáli, tað er, at hann var galdandi fyri øll starvsfólkini, bæði fyri limir í Starvsmannafelagnum og tey, sum ikki eru limir har.

Nú er hann bara galdandi fyri limir í Starvsmannafelagnum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Týsdag 29. september
Tí tú ert kvinna 3:3
213953
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906