Trump: Kavanaugh skal kannast av FBI

Trump: Kavanaugh skal kannast av FBI
Amerikanska forsetin vil hava FBI at kanna ákærurnar móti dómarinum Brett Kavanaugh, sum er valevni hjá Trump at taka sæti í hægsta rættinum
Brett Kavanaugh noktar seg sekan í ákærunum.
Mynd: Getty Images  
 
30.09.2018 - 16:38

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur biðið samveldisløgregluna kanna ákærurnar móti dómarinum Brett Kavanaugh, eftir at fleiri kvinnur hava ákært dómaran fyri at hava framt kynslig misbrot móti sær. Tað skrivar BBC.

Eitt nú skal hann hava gjørt seg inn á fleiri kvinnur, tá hann fyri 36 árum síðani var næmingar á lærda háskúlanum, Yale. 

Kavanaugh noktar seg sekan í øllum ákærunum. 

Kavanaugh er skotin upp at taka sæti í amerikanska hægsta rættinum, ið telur níggju dómarar, sum allir kunnu sita restina av lívinum. 

Tað er rættarnevndin í senatinum, sum skal taka støðu til, um Kavanaugh tekur sæti í hægsti rætti. Um so er, at Kavanaugh verður góðkendur, verður republikanskt fleirtal í hægsta rætti, sum leingi hevur havt eitt demokratiskt fleirtal.

Jeff Flake, sum er limur í rættarnevndini, hevur eftir ákærurnar tikið stuðulin til Kavanaugh aftur og kravt, at ein kanning skal verða framd, áðrenn nevndin góðkennir Kavanaugh. 

Sambært BBC hevur Donald Trump givið samveldisløgregluni eina viku at kanna málið, og eftir hetta skal rættarnevndin avgera, um Kavanaugh tekur sæti í hægsta rætti. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Mikudag 13. mai
Skratsj 13. maj
208309
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta
208366
Hósdag 14. mai
Andaktin
208365
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343
Mikudag 13. mai
Misery - teknmálstulkað
208313